Løgreglan arbeiðir nú við at greiða eitt mál um harðskap í miðbýnum í Havnini tíðliga leygarmorgunin.
Løgreglan sigur, at tað um fýratíðina leygarmorgunin, at ein maður ringdi á løgreglustøðina og boðaði frá, at hann varð vorðin álopin og sparkaður í høvdið.
Løgreglan hevur reista málið sum eitt harðskapsmál, men enn hava tey ikki skuldsett nakran í málinum.
Hinvegin sigur, løgreglan, at tey halda seg hava ein varhuga av, hvør álopsmaðurin er, men málið er ikki liðugt kannað enn.
Løgreglan tikið ein bilførara fyri at koyra við kenning, men annars hevur vikuskiftið verður lutfalsliga friðarligt.