Alt er gjørt klárt til tann nýggja, graslagda vøllin niðri við sandin í Dali.
Økið er merkt av og gjørt tilbúgvið. Eftir er so bert at fáa grasvøllin lagdan á, soleiðis at tey bólthugaðu børnini í bygdini kunnu tala síni fyrstu skot.
Aftanfyri vøllin liggur bygdarhúsið Eiriksgarður, her mong ymisk tiltøk hava verið gjøgnum árini.
Í løtuni verður bygdarhúsið útbygt rættiliga nógv, soleiðis at møguleiki verður at hýsa enn fleiri og størri tiltøkum í framtíðini.