Vit kenna okkum noydd at halda fram við upplýsingum til fjølmiðlarnar. Tí vilja vit hava landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum at svara uppá hesar spurningar
Í Fimmaranum í Útvarpi Føroya tíðliga í vár greiddi landsstýriskvinnan í almanna-og heilsumálum frá, at nú var tíðin komin til, at vit "settu nøsina" eitt sindur longur út í heimin, enn eitt nú bara við at senda sjúklingar niður til Danmarkar. Hon greiddi í hesum sambandi frá, at um ein yvirlækni metir, at viðgerð er líka góð/betur enn eitt nú á Ríkissjúkrahúsinum, so varð gingið tilmælinum frá læknanum á møti.
Á fundi við Spastikarafelagið og MBF tann 31.08.1999 segði landsstýriskvinnan hesi somu orð: "hon legði ikki uppímillum, um ein yvrilækni velur at senda spastikarar v.m. til Svøríkis". Hesi somu orð hevur hon seinni sagt fleiri ferðir við felagið í øðrum sambandi.
Pál Weihe, læknastjóri, sigur í sínum tilmæli (sitat): "...sjálvur meti eg, at skipanin við Move&Walk eigur at liggja undir heilsuverkinum, og at fakfólk frá heilsuverkinum fylgja við sjúklingunum fyri at fáa útbúgving. Um vit kunnu tryggja, at viðgerðin heldur fram í Føroyum, eiga vit at taka av tilboðnum og fíggjað tað..."
Hann leggur afturat, at privatarbeiðandi terapeutar eisini eiga at fáa møguleikan at fara til Svøríkis at fáa útbúgving.
Hvat hendir so, tá aðalstjórin í almanna- og heilsumálastýrinum av sínum eintingum forðar fyri hesum?
Oddmar Færø, yvirlækni, sígur í sínum tilmæli, at hann mælir eisini til at taka av hesum tilboði við tí endamáli at fáa hendan fakkunnleika til Føroyar.
Hóast tilmæli frá bæði læknastjóra og yvirlækna, og hennara egnu orð, so hevur hon júst lagt seg ímillum. Oddmar Færø er sinnaður at senda spastikarar v.m. til uppvenjingar í Svøríki, men fekk ikki loyvi av almanna- og heilsumálastýrinum. Síðani royndi hann at senda ein sjúkling - men hetta gekk heldur ikki.
Hví sigur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, at hon fylgir tilmæli frá lækna, men ger tað ikki álíkavæl? Hvør annar, enn ein lækni, er betur førur fyri at meta um tørvin hjá einum sjúklingi? Veit landsstýriskvinnan yvirhøvur um hesi tilmæli frá læknunum?? (Á fundinum 31.08.99 kendist hon ikki við nakað tilmæli, hóast hetta var móttikið og journaliserað 06.07.99 í AHS).
Vit hava biðið um skrivligt svar - útfrá einum læknaligum sjónarmiði - men einki sakligt svar fingið!
Í greinini í Sosialurin seinasta fríggjadag varð arbeiðsbólkurin, sum enn ikki hevur fingið fundarboð, nevndur!!
Nær fer arbeiðsbólkurin til verka, og nær skal arbeiðið verða liðugt?
Í Ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at vit eiga at seta fulla orku á betri uppvenjingar hjá rørslu- og menningartarnaðum.
Hví so ikki fara til verka beinanvegin?
Almanna- og heilsumálastýrið og heilsuverkið hava gjørt av at senda 10 børn til Skotlands! Tá ið Lillemor Jernquist var á vitjan í Føroyum, varð staðfest, at bert 3 børn eru egnað til viðgerðina í Skotlandi. Hví so ikki byrja við at senda 7 til Svøríkis, sum kortini ikki fara til Skotlands?
Vit hava ikki slept Skotlandstiltakinum - men tey taka bert spastisk børn í aldrinum 0-7 ár -. Hvat so við hesum børnum sum nú eru í Skotlandi? Hvørji tilboð eru til tey, aftaná, tey eru fyllt 7?