LeGutt Events við Ólavi í Geil Guttesen á odda hevur nógvar spennandi bóltar í luftini.
Mikudagin 5. og hósdagin 6. mars verður reikað fyri einari orkuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, og fríggjadagin 2. mai og leygardagin 3. mai verður reikað fyri einari byggimessu, sum skal verða bæði í KÍ-høllini, og í badminton-høllini í Klaksvík.
Tema´ið fyri orkuráðstevnuna er: "Er framtíð Føroya grøn?".
Ólavur Guttesen skal eisini saman við Jóhannes Miðskarð reika fyri fólkafundinum, sum í ár verður í Runavík. À myndini sæst Ólavur saman við Magnusi Rasmussen, borgarstjóra og Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóra í Runavíkar Kommunu.
Undir myndini ber til at hoyra Ólav tosa um GLS, sum var farna vikuskiftið, sum hann eisini var til at reika fyri. Prátað verður eisini um orkuráðstevnuna, byggimessuna og fólkafundin seinni í ár.
(Mynd: Runavíkar kommuna)