Á miðdegi ígjár skrivaði forsætisráðharrin út fólkatingsval. Val til nýtt fólkating verður tann 20. november, ella sama dag sum kommunual verður í Danmark. Hetta merkir, at um tríggjar vikur skulu føroyingar avgera, hvør skal umboða okkum á danatingi.
Men valið er eisini ein ábending um politiska rákið í Føroyum: hvørja undirtøku fáa landsstýrisflokkarnir og hvørja undirtøku fáa andstøðuflokkarnir. Tí frá udnanfarnu valum vita vit, at tað eru dagsins mál í Føroyum sum verða sett á dagsskránna í valstríðnum til fólkatingsval.
Hetta merkir, at tað verður fullveldismálið og vantandi sosialpolitikkurin hjá landsstýrinum, sum óivað verða hvuðsevnini í valstríðnum í Føroyum. Og so verður tað sjálvandi afturvendandi spurningurin, um vit skulu hava umboðan á fólkatingi ella ikki.
Men avgerandi fyri dagsskránni í valstríðnum er sjálvandi, at Tjóðveldisflokkurin og formaður floksins stilla upp. Tjóðveldisflokkurin stillaði upprunaliga ikki upp, tí talan var um eitt danskt val, og fekk flokkurin umboðan gav hann seg undir donsku grundlógina. Tó hevur flokkurin stilla upp siðani 1973 og hann hevur havt umboðan okkurt skeiði.
Sambært seinastu meiningarkanningunum fær Tjóðveldisflokkurin bestu og næstbestu undirtøkuna. Hann kann tí verða vissur í at fáa mann valdan, hóast nógv tjóðveldisfólk slettis ikki fara á fólkatingsval.
Frammanundan hevur Fólkaflokkurin umboðan. So er spurningurin, um vánaliga undirtøkan í seinastu veljarakanningunum hjá Fólkaflokkinum eisini smittar á fólkatingsvalið ella ikki.
Men í øllum førum eiga hesir møguleikar at siga okkum, at vilja føroyingar hava, at føroyska umboðan ikki bara liggur hjá flokkum, sum vilja fullveldi ella loysa, so eiga samríkisfólk at flokkast um tann flokk ella valevni, sum hevur besta møguleikan at at verða vald.
Í hesum sambandi er eisini spurningurin, um Sjálvstyrisflokkurin stillar upp. Stillar hann ikki upp, fella at atkvøður óivað báðar vegir, og tær atkvøðurnar kunu verða rættiliga avgerðandi. Men óivað stillar hann upp, tí hann hevur tørv at markera seg, tí eftir meiningarkanningunum hevur hann
minkandi undirtøku.
Ti verður valið spennandi - helst tað mest spennandi í mong ár.