Seinnapartin verður farið undir síðsta triðingin í landskappingini í næstbestu deildini.
KÍ, sum er topplið, skal spæla á Skála. Manningin hjá klaksvíkingum verður ikki tann sama, sum hon var í síðstu viku, tí miðverjin Sørmundur Kalsø og Ása Klakstein stóð á middegi brúðgommur fyri altarinum í Chritstianskirkjuni.
Úrslitið í grannauppgerðini á Svangaskarði kann fara at vísa seg at fáa heilt stóran týdning í strembanini hjá B68 aftur at vinna seg upp í bestu deildina. Teir næstbestu hjá NSÍ, sum eru á fjórða plássi, vitja longri úti á eystara armi á Skálafjørðinum.
Um tað eydnast NSÍ at vinna verður B68 skumpað av triðja plássi, sum eftir kappingarlok sannlíkt fer at bera uppflyting við sær.
ÍF, sum er á uppflytingarplássi, fær longu klokkan 13.30 vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum hevur lagt – fyribils í hvussu so er – sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting.
Suðringar og Giza Hoyvík eru á plássunum undir niðurflytingarstrikuni. Í dag eru hesi bæði liðini á útivølli. Suðringar vitja á Sandi, og Giza Hoyvík er á veg til Leirvíkar at vitja Víking.
ÍF – HB: Bjarki Danielsen kl. 13.30
Víkingur – Giza Hoyvík: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00
B68 – NSÍ: Lars Müller kl. 15.30
Skála – KÍ: Rúni Olsen kl. 15.00
B71 – Suðringar: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
Støðan
KÍ | 18 | 14 | 3 | 1 | 50 | 18 | 45 |
ÍF | 18 | 12 | 3 | 3 | 60 | 30 | 39 |
B68 | 18 | 11 | 2 | 5 | 40 | 24 | 35 |
NSÍ | 18 | 10 | 3 | 5 | 50 | 27 | 33 |
Víkingur | 18 | 8 | 1 | 9 | 27 | 30 | 25 |
B71 | 18 | 7 | 0 | 11 | 34 | 45 | 21 |
HB | 18 | 5 | 4 | 9 | 29 | 27 | 19 |
Skála | 18 | 5 | 3 | 10 | 30 | 38 | 18 |
Giza Hoyvík | 18 | 3 | 5 | 10 | 21 | 36 | 14 |
Suðringar | 18 | 1 | 4 | 13 | 15 | 81 | 7 |