Mazda MX-Crossport er ein sonevndur Crossover, t.v.s. at bilurin er ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum. Hann hevur t.d. nakað av sportsvognseginleikunum hjá t.d. Mazda RX-8 og eisini fleiri SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikar.
Í mun til longdina (463 cm) er MX-Crossport rættuliga breiður (193 cm), hæddin er 163 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum og við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu (279,5), kemur hann at liggja væl á vegnum.
Designarnir hava lagt seg eftir at MX-Crossport skal líkjast Mazda RX-8 innan. Úrslitið er ein sera snøgg og sportslig kabina við góðum plássi til fýra vaksnar persónar og teirra viðføri.
Í tíðindaskrivi frá Mazda eru ongar tekniskar upplýsingar, men væntandi verður talan um sportligan undirvogn og kvikar og sportsligar motorar.
Bilaframsyningin í Detroit í januar kemur at vísa, hvussu stórur áhugin er fyri bilinum. Eftir tað verður so avgerð tikin um MX-Crossport skal framleiðast.