Føroyahúsið á Vesturbrúgv í Keypmannahavn verður væl vitjað av føroyingum, ið búgva í økinum, og annars av føroyingum, ið gera eitt rend til Danmarkar.
Leiðslan í húsinum hevur júst lagt og givið út skrá fyri virksemið í húsinum fram til ársskiftið. Og hon sær rættiliga áhugaverd og fjølbroytt út. Orsakað av nógva umvælingararbeiðinum á Vesturbúgv, eru húsini afturlatin í fýra vikur í summar. Ólavsøkudagarnar er aftur opið, men eftir, at hon er farin afturum, heldur uttanduraarbeiðið fram árið út. Fundur er javnan við byggiharran og krøv verða nú sett fram um neyðugar ábøtur, meðan arbeiðið fer fram í heyst.
Innan verður Føroyahúsið eisini snøggað. Gólvini í kaffistovuni verða lakerað og málað, og eftir ársskiftið skulu gólvini á fyrstu hædd setast í stand. Tá ið vit fara um aldaskiftið eru hús og tún snøggað.
Umfatandi skrá
Ólavsøkuskráin í Føroyahúsinum byrjar ólavsøkuaftan, tá ið kaffistovan letur upp. Kappróðurin verður útvarpaður, framsýning av verkum eftir Eivind í Gongini letur upp, og Petra Joensen, ið er ættað úr Leirvík, heldur ólavsøkurøðuna. Hon starvast sum starvsfólkaleiðari í Kolonien Filadelfia í Dianulund. Felagssangur verður við tónleiki frá Vágsheyggjafrensunum úr Klaksvík.
Tað verða eisini Vágsheyggjafrensarnir, sum spæla til ólavsøkudansin.
Ólavsøkugudstænastuna heldur Bergur Jacobsen, prestur. Um kvøldið verður Kafékvøld, har Vágsheyggjafrensarnir spæla fyri. Annað og meiri hendir ólavsøkudagarnar í húsinum.
Dagin eftir, tann 30. juli, verður filmspremiera í Scala og Palads av filminum hjá Katrini Ottarsdóttir Bye Bye Blue Bird. Aftaná filmin hittast fólk í Føroyahúsinum. Seinni í heyst fer Katrin Ottarsdóttir at greiða frá filmum sínum.
Skránna fyri heystið ber annars til at lesa um á heimasíðuni www.faroehouse.dk
Umframt hesa skránna skipa Kvinnufelagið, Talvfelagið og Húsakórið fyri regluligum venjingum ella tiltøk. Føroyahúsið skipar eisini fyri 2-3 fyrilestrum í heyst, sum verða lýstir seinni.