Spennandi náttúruútferðir í Lítlu Dímun

Í ár verða tvær útferðir út á Lítla Dímun, har gist verður á í stórum telti á toppinum. Viðrar, verður tað eitt fantastiskt útsýnið, tá sólin setur og rísur Lítla Dímun skipar eina ferð út í oynna tann 20. - 21. juni, har hugt verður eftir sólsetri. Farið verður út seint seinnapartin leygardagin og gingið verður niðan á oynna. Gist verður í stórum teltið á toppinum og her verður skipað fyri sangi. Tíðliga sunnumorgunin verður farið niður aftur av oynni, og tey, sum hava hug, kunnu síga niður. Hetta sigst vera ein ógloymandi uppliving.

Prísurin fyri túrin er 1200 krónur um goldið verður áðrenn 1. apríl, og eftir hendan dag er prísurin 1500 krónur.

Tann 18. juli verður aftur skipað fyri útferð út í oynna. Farið verður av Hvalba klokkan 7:30 og gingið verður upp á toppin. Sagt verður frá ymiskum og túrurin eisini her verður møguleiki at síga niður aftur. Tíðliga seinnapartin leygardagin verður komið aftur til Hvalbiar. Hesin túrur kostar 1.500 krónur.

Fólk, sum fara út í oynna mugu ikki ræðast hæddir. Tey skulu vera í góðum gonguskóm og hava matpakka og okkurt drekkandi við. Alkohol er bannað á Lítla Dímun.

Meira fæst at vita á www.ldimun.com.