Føroyameistarakappingini fyri einstaklingar í billard verður í hesi løtu spæld í nýggju og snotuligu hølunumm hjá Klaksvíkar Billardfelag. Innleiðandi umfarið varð í gjár, og tá komu Steinbjørn í Dali úr Mimi, Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba og klaksvíkingarnir Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen víðari til semifinalurnar.
Gamlir billardveteranar sum Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag og Jan Müller úr Mimi vórðu útslignir í innleiðandi kappingini. Sera spennandi var dysturin millum Sonhard og Jan, og tað leikaði sera javnt á til seinasta stoyt. Sonhard vann við 12 eygum.
Í løtuni spæla Sonhard Johannessen og Jógvan Jørgensen semifinalu. Tá teir høvdu spælt til hálvleik var rættiliga javnt millum teir. Eftir hetta spælir Steinbjørn í Dali móti verandi føroyameistaranum, Kristian Suna Høgnesen.
Áhugavert er at leggja til merkis, at Steinbjørn og Jógvan spældu seg til semifinalupláss. Hetta er fyrstu ferð, at Jógvan Jørgensen røkkur so langt, og fyri Steinbjørn, sum hevur verið virkin billardspælari í mong ár, er hetta ein nýggj avbjóðing.
Sum ikki einaferð eigur Kristian Sune tey størstu tølini higartil í kappingini. Hann hevði eitt spæl uppá fleiri enn 800 eygu og eitt umfar uppá 250 eygu.
Sportalurin fylgir kappingini allan dagin.