Spennandi sjónleikaravikuskifti á Føroya Fólkaháskúla

TíÐindaskriv frá MáF

Vikuskiftið 6. -8. desember skipar MáF fyri sjónleikaraskeiði á Føroya Fólkaháskúla.
Skeiðið er ætlað fólki í aldrinum 16 - 25 ár.
Á skeiðnum verður undirvíst í: rødd, rørslu, improvisatión, viewpoints, karakter- og tekstarbeiði.
Arbeitt verður við at menna og styrkja kropp, rødd, hugflog og samspæl, sum eru tey grunnleggjandi amboðini, ein sjónleikari hevur at arbeiða við.
Eisini verður arbeitt við teksti og leikbrotum, sum luttakarnir spæla fyri hvørjum øðrum.
Undirvísarar eru sjónleikararnir Gunnvá Zachariasen og Birita Mohr.
Skeiðið vendir sær til ung, sum hava hug at spæla sjónleik, - roynd sum óroynd.
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 6. des. Kl. 20 og endar seinnapartin sunnudagin 8.des.
Eitt gott høvi at læra, uppliva, flenna og finna nýggjar síður av tær sjálvum.
Kostnaður fyri skeið, uppihald og mat er Kr. 300.
Tilmelding á MáF skrivstovuni: Tlf. 315624 ella í telduposti til maf@maf.fo í seinasta lagi 11.11.2002.