Stórt undirhaldstiltak við mati, mótsýningum, sjónleiki og spurnarkapping verður í bíðihøllini á flogvøllinum mikukvøldið 29. oktober.
Tað er Kunningarstovan í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum, sigur Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum.
Tiltakið fer at byrja klokkan 18.30 hetta kvøldið, og ætlanin er at halda fram til einaferð umleið klokkan ellivu, greiðir hann frá.
Ætlandi verða einir tíggju handlar í Vágum við á sjálvari mótasýningini, sum verður í tveimum hetta kvøldið.
Byrjað verður við, at cafeteria á flogvøllinum ger eitt stórt sjálvtøkuborð, sum gestirnir fara at fáa sær av. Hesin parturin av tiltakinum fer væntandi at taka ein tíma ella so, halda fyrireikararnir.
Síðan verður fyrri partur av mótasýningini, og í steðginum millum sýningarnar, verður sjónleikaframførsla og spurnarkapping. At enda verður so seinni patur av mótasýningini, sigur Terji Nielsen.
Atgongumerkini verða eisini lutaseðlar, og vinningarnir verða drignir undir tiltakinum hetta kvøldið, sigur hann.
Til at halda skil á øllum og til undirhald annars, hevur Kunningarstovan fingið Hilmar Jan Hansen vestur á flogvøllin.