Spennandi verkætlan

Mourits Joensen frá Fiskirannsóknarstovuni er sera spentur uppá, hvat krabbafiskiskapurin hevur at bjóða

FISKISKAPUR
Rógvi Borðoy

Mourits Joensen starvast á Fiskirannsóknarstovuni dagliga, og hevur stóran áhuga í krabbavinnuni. Hann sigur, at krabbin sum Bergunn fer at royna eftir, er púra ókendur á okkara leiðum.
-Krabbin er umleið eitt kg til støddar. Vit vita, at har er nakað at fáa av slagnum á Ytrabanka og á Bankarygginum. Men royndirnar, sum vit hava, siga í veruleikanum einki um stovnin, tí tølini eru so fá.
Mourits Joensen heldur fram, at hann vónar, at tað fer at bera til hjá einum báti at fiska alt árið, men sigur, at farvatnið har á leiðini er ringt, og at tað tí kunnu vera nógvir dagar, har ikki ber til at fiska.
Mourits Joensen endar við at siga, at hann vónar, at tað eydnast Bergunn at reka bátin.