Spenningur allan vegin

Bólkur B:
Tað var ikki fyrr enn at dómararnir í seinastu dystunum høvdu bríkslað fyri seinastu ferð, at tað var greitt, hvørji lið komu víðari úr bólki B

HM-fótbóltur

Eitt dundurskot frá Nelson Cuevas sjey minuttir fyri leiklok tryggjaði Paraguay luttøku í 1/8-finalunum í HM-kappingini.
Undan hesum hevði Paraguay annars verið í ringum skørum. Um hálvan fyrra hálvleik fingu teir Paredes riknan av vøllinum, og tá Slovenia stutt fyri hálvleik skoraði til 1-0, tóktist alt at vera rokið.
Onkursvegna megnaðu Chilavert og Co. tó at reisa seg. Við tíggju móti ellivu vunnu teir seg upp á 2-1, men hetta var framvegis ikki nóg mikið, uttan so at Suður Afrika tapti við minst tveimum málum fyri Spania.
So var tað, at Cuevas fekk bóltin uttan fyri brotsteigin. Hann dróg einar tvær ferðir, og so smekkaði hann til. Bólturin tók undisíðuna av tvørtrænum og støkk niður inni í málinum, og so var fagnaðurin sjálvandi ovurstórur.

Farvæl til Suður Afrika
Tað sama kann helst ikki sigast um Suður Afrika, sum við hesum gjørdust akkurát ov stuttir. Tvær ferðir javnaðu teir móti oddaliðnum, Spania, men báðu ferðirnar svaraðu spaniólarnir aftur, og tó at Camacho seinastu løtuna valdi at skifta bæði Raul og Morientes út, so megnaði Suður Afrika ikki at svara aftur triðju ferð.
Við hesum endaðu Suður Afrika og Paraguay jøvn í stigum og við sama málmuni, men tá Paraguay hevði skorað eitt mál fleiri, gjørdust tað teir, sum vunnu seg víðari í kappingini.

Úrslit:
Slovenia-Paraguay 1-3 (1-0)
1-0: Milenko Acimovic, 45
1-1: Nelson Cuevas, 66
1-2: Jorge Campos, 73
1-3: Nelson Cuevas, 84

Suður Afrika-Spania 2-3 (1-2)
0-1: Raúl González, 5
1-1: Benedict McCarthy, 32
1-2: Gaizka Mendieta, 45
2-2: Lucas Radebe, 54
2-3: Raúl González, 57