Spenningur í trý korter

Stjørnan vann ikki heilt so ómaksleyst, sum tær høvdu ætlanir um, tá tær vitjaðu á Skála leygardagin

Hondbóltur

Seinastu vikurnar hevur StÍF væl og virðiliga togað seg úr botninum, og leygardagin prógvaðu tær, at hetta ikki hevur so nógv við tilvild at gera.
Í trý korter eydnaðist nevnliga at halda eitt sera stutt tjóður í Stjørnuni, sum saman við Tjaldri rennur pararenning eftir finaluplássinum í Sunset-kappingini.
Munurin fyri steðgin var lítil og eingin, og heldur ikki eftir steðgin tóktist Stjørnan sleppa nakran veg.
Avgerandi vendingin kom, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Stjørnan spældi tveir minuttir í undirtali, men tá eydnaðist tað Duritu Ljósstein at smekka tveir bóltar á rað inn um stólparnar, og so var vónleyst hjá StÍF at fanga Stjørnuna aftur.
Hóast tapið, so er eingin ivi um, at avrikið hesa ferð ber boð um, at StÍF so smátt kann hugsa um Neistan og bronsuna. Enn sum áður er tað finaluplássið, sum hevur týdning hjá Stjørnuni, og ta kósina halda tær framvegis ruddiliga.

Fakta um dystin
StÍF-Stjørnan 24-32 (15-15)
10 min: 5-5
20 min: 10-10
40 min: 20-19
50 min: 22-26
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 8(1), Roxanna Bodirlau 7, Fríðrun Danielsen 3, Bára Berthelsen 3, Adrianna Bobra 3(2)
Stjørnan: Simona Petersen 8, Valentina Suciu 6(2), Una Olsen 6, Durita Ljósstein 3, Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 3, Durita Christophersen 2, Kristina Griksaite 1
Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 4
Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 3
Diskvalifikatiónir: StÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Andreas F. Hansen & Heri Petersen.