TALV
Tað kom nýtt lív í aftur toppstríðið í Klaksvík International hóskvøldið. Svenski IM, Johan Eriksson, sum undan triði síðsta umfarinum var hálvt annað stig frammanfyri Hans Kristian Simonsen og tvey stig frammanfyri Heina Olsen, tapti við svarta fólkinum móti IM Jens Ove Fries-Nielsen. Danski telvarin hevði ikki fingið fult í nøkrum av teimum fyrstu sjey umførunum, og svenski telvarin hevði ikki tapt í sjey teimum fyrstu umførunum.
Hans Kristian Simonsen hevði harvið møguleikan at vinna seg inn á svenska telvaran soleiðis, at frástøðan bara gjørdist eitt hálvt stig. Tað eydnaðist ikki hjá Hans Kristiani. Við svarta fólkinum tapti hann móti Heina Olsen, sum harvið gjørdist næstfremstur. Undan 9. og næstseinasta umfarinum, sum er á skránni fríggjadagin klokkan 14, var Heini eitt stig aftanfyri IM Johan Eriksson. Teir báðir setast klokkan 14 fríggjadagin yvirav hvørjum øðrum. Heini hevur svarta fólkið. Tá ið teir báðir hittust fyrr í kappingini, endaði talvið remis.
Longsta talvið hóskvøldið var tað millum Eirik Gullaksen og Helga Dam Ziska. Eftir 44 leikir sattaðust teir við remis.
Í hinum báðum talvunum var talan um eirindarleyst álopsspæl. Heini leyp á, og Hans Kristian lúrdi støðugt við mótálopi. Tað eydnaðist Heina at innibyrgja frúnna hjá Hans Kristiani og at fáa kongin hjá honum út á borðið. Tá ið Hans Kristian legði kongin eftir 26 leikir, hótti Heini við máti.
Fyrsti sigurin hjá IM Jens Ove Fries-Nielsen varð vunnin í endaspæli, har hann hevði frúgv og finnur, meðan mótstøðumaðurin, IM Johan Eriksson, hevði rók, bisp og finnur.
Støðan eftir átta umfør er henda: 1. IM Johan Eriksson 5,5 stig, 2. FM Heini Olsen 4,5 stig, 3. Hans Kristian Simonsen 4,0 stig, 4. IM Eirik Gullaksen 4,0 stig, 5. Jens Ove Fries-Nielsen 3,5 stig og 6. Helgi Dam Ziska 2,5 stig.
Bara tapt móti føroyingum
Útlendsku luttakararnir hava allir hægri styrkistøl, enn føroyingarnir hava. IM Johan Eriksson hevur 2423, IM Eirik Gullaksen 2382 og IM Jens Ove Fries-Nielsen 2381. Av føroyingunum eigur Heini Olsen styrkistalið 2325, Hans Kristian Simonsen 2305 og Helgi Dam Ziska 2177.
Merkisvert er tað, at tær báðu ferðirnar, tá ið Heini Olsen hevur tapt, so hevur tað verið móti føroysku mótstøðumonnunum. Heini hevur vunnið annað talvið og tapt hitt talvið móti Hans Kristiani Simonsen, og hann hevur vunnið annað og tapt hitt talvið móti Helga Dam Ziska. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Heini Olsen telva móti útlendingum.
Í næstseinasta umfarinum, sum var á skránni fríggjadagin klokkan 14, skuldu allir teir føroysku telvararnir sita yvir av útlendskum mótstøðumonnum: IM Johan Eriksson-FM Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen-IM Eirik Gullaksen og IM Jens Ove Fries-Nielsen-Helgi Dam Ziska. Í dag klokkan 11 verður 10. og seinasta umfarið. Tá sær skráin soleiðis út: Helgi Dam Ziska-Hans Kristian Simonsen, IM Eirik Gullaksen-IM Johan Eriksson og FM Heini Olsen-IM Jens Ove Fries-Nielsen.
Fjórða Klaksvík International er í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík.