Fyrr í ár kom fram, at Spice Girls brátt finna saman aftur, og at á skránni var m.a. eitt sjónvarpssending í Kina, eitt tallent-show og útgávu við størstu landaplágunum.
Tær løgdu eisini eina mynd á Instagram í februar, har tær allar fimm í Spice Girls vóru saman aftur.
Men nú hevur samskipari teirra, Simon Fuller, verið í miðlum og sagt, at bert 4 av spice gentunum nú eru við uppá hugskotið.
Victoria Beckham, eisini kend sum Posh Spice, vil kortini ikki vera við.
Melanie Chrisholm, kend sum Sporty Spice ella Mel C, sigur, at Beckham hevur sagt, at hetta er ikki nakað fyri hana júst nú. Mel C sigur víðari við útlendskar miðlar, at tá allar fimm ikki eru við, so verður samanrenningin neyvan til veruleika.
Í nítiárunum vóru tær stórar, vóru og hoyrdust allastaðni, eittnú undir heitinum Girl Power, men nú er vónin fyribils punkterað um at síggja Sporty Spice, Baby Spice, Ginger Spice, Scary Spice og Posh Spice saman aftur á palli.