Tað verður kortini av ongum, at heimskendi filmsleikstjórin, Steven Spielberg, kemur til Føroya at taka film upp.
Tað veit KvF at siga.
Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sigur, at tað eru sparingar, sum gera, at upptøkurnar í Føroyum, og í øðrum londum í Evropa, eru spardar burtur.
Talan var myndir til filmin The Big Friendly Giant, sum skuldu takast upp í Føroyum, men nú verður tað so av ongum kortini.
Spielberg er ein av allarkendastu, kanska tann kendasti, leikstjórin í heiminum, og tað varð mett at fáa eitt lýsingavirði fyri Føroya, sum ikki kann rindast við pengum.
Men Guðrið Højgaard sigur við KvF, at hóast hetta er eitt bakkast, hevur tað latið dyr upp, at Spielberg skuldi koma hendavegin, og at ætlanir eru frammi, sum ikki standa aftanfyri hesa.