Kappingin um at selja smáu, nýggju bilarnar er beinhørð. Prískríggið ger, at tú nú kanst fáa ein spildurnýggjan bil fyri 59.900 krónur.
Treyðugt so er talan um ein lítlan bil við einum lítlum motori. Men hann er spildurnýggjur, hevur alla trygdarútgerð og koyrir 20 kilometrar uppá liturin.
Tað er Chevrolet, sum higartil er á odda kapprenningini um at eiga bíligasta bilin. Talan er um ein Chevrolet Spark LA við fimm hurðum.
Men aðrir bilaseljarar eru væl við. Ford bjóðar ein Ka við trimum hurðum fyri 69.860 krónur. Leggur tú ein lítlan hundraðkrónuseðil omaná, so fært tú ein spildurnýggjan Suzuki Alto við fimm hurðum. Og fyri neyvt sama prís, 69.990 krónur, fært tú eisini ein Peugeot 107 við fimm hurðum.
Chevrolet bjóðar eitt annað modell av Spark fyri 74.900 krónur, Citroen hevur ein C1 við trimum hurðum fyri sama prís. Og japanski bilrisin Toyota er eisini væl við og bjóðar ein Aygo við fimm hurðum fyri 79.985 krónur.
Felags fyri hesar bilar er, at talan er um smáar býarbilar við smáum motorum. Og felags er eisini, at kappingin fer fram á danska bilmarknaðinum.
Men fyri føroyska kundan leypa prísirnir í eyguni. Tí keypir tú somu bilar í Føroyum, so skal tú falda prísin við tvey – og kanska væl tað eisini.
Bíligasti, nýggi bilurin á danska marknaðinum er sum nevnt Chevrolet Spark LA fyri 59.900 krónur.
Bíligasti Chevrolet Spark á sølulistanum hjá Auto Service er ein Spark 1,0i Life+. Hóast navnið ikki er heilt tað sama, so hava báðir ein 1,0 litur motor við 68 hestakreftum. Báðir hava teir fimm hurðar. Men bíligasti bilurin hjá Auto Service kostar 129.000 krónur.
Prísmunurin er 69.100 krónur, svarandi til 115 prosent.