Suzuki eru komnir á marknaðin við nýggja minibilinum Splash, sum er ein rúmligur hatchback við fimm hurðum.
Tað er alt meira vanligt at fleiri eins bilar av ymiskum bilmerkjum verða framleiddir á somu verksmiðju, men við hvør sínum identiteti, sum t.d. Suzuki Swift og Opel Agila ið eru somu bilar og verða framleiddir á eini Suzuki verksmiðju í Ungarn.
Hóast Suzuki Splash ikki er nakar stórur bilur, er hann sera rúmligur í mun til støddina. Hann er bygdur soleiðis, at øll skulu sita væl við góðum útsýni, og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Hann er 159 cm høgur, sum er høgt í mun til støddina á bilinum annars. Viðførisrúmið er 202 litrar, og við at leggja baksetrini niður verður tað 462 litrar.
Instrumentborðið er einfalt og smart og girstongin situr væl fyri. Kabinan er flott við litum sum svara til litin á bilinum uttan. Bilurin sum vit royndarkoyrdu var turkislittur við tilsvarandi litum innan.
Suzuki Splash fáast við tveimum benzin- og einum dieselmotori. Bensinmotorarnir eru: 1,0 litur (3 syl.) við 65 hk og 1,2 litur við 86 hk. Dieselmotorurin er ein 1,3 litur DDiS common rail við turbo og intercooler við 75 hk.
Bilurin, sum vit royndarkoyrdu var ein við 1,0 motori. Av tí at bilurin er so lættur (1.055 kg), kraftar hann væl og er sera økonomiskur - koyrir 20 kilometrar upp á liturin. Útgávan við 1,2 motori fæst við automatiskum girum.
Splash er væl útgjørdur og fæst við øllum trygdarpakkanum hjá Suzuki við m.a. seks airbag og ESP.
Suzuki Splash kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísirnir byrja við kr. 129.990 fyri ein 1,0 GL.