Hóast BMW-300 serian í Touring útgávuni er ein størri og rúmligari bilur enn forgangarin, er tó størsti denturin lagdur á koyrieginleikarnar, sum altíð hava verið eitt av eyðkennunum hjá BMW. Hesin koyrir sum ein dreymur, og vegfesti er heilt optimalt undir øllum koyriumstøðum, serliga kemur hetta til sjóndar í svingum. Fyri at lætta um bilin eru partar av undirvogninim gjørdir úr aluminium. Tær ymisku útgávurnar fáast við 16" og 17" hjólum.
Nýggi BMW-300 serian í Touring útgávuni er longri og breiðari enn forgangarin og verður enn sum áður drivin av bakhjólunum. Bilurin er gjørdur sera praktiskur við at t.d. gardinan, ið fjalir tað sum liggur í viðførisrúminum, rullar seg automatiskt saman, tá baklúkan verður latin upp. Eisini kann rúturin í baklúkuni latast upp separat.
Í viðførisrúminum, sum nú er 460 litrar, er einki eykahjól, hetta er helst tí, at bilurin hevur RFT-dekk (Run Flat Tyre) sum standard í øllum útgávunum. Hesi dekk eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar við 80 km/t uttan luft.
Eitt sum eyðkennir alla ta nýggju BMW 300-seriuna er ljóðdoyvingin, sum nú er betrað munandi.
Startlykilin er avloystur av einum elektroniskum start/stopp knøtti, og servostýringin er hydraulisk.
BMW-300 serian í Touring útgávuni fæst við fleiri ymiskum bensin og dieselmotorum. Til dømis er 6-syl. rekkjumotorurin á Touring 325i útgávuni við 218 hk ein tann lættasti motorurin í síni stødd yvirhøvur. Hetta kemur av, at stórur partur av motorinum er gjørdur úr magnesium. Hesin koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sek.
Dieselútgavan, Touring 320d við 163 hk, er eisini ein kvikur, vælkoyrandi og økonomiskur bilur. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,6 sekund. Oljunýtslan er einans 16,9 km/l, ið má metast sum sera gott fyri ein bil í hesum klassanum.
Annars fæst Touring útgávan eisini í hesum útgávunum: 320i við 150 hk, 330i við 258 hk, og 330d (diesel) við 231 hk.
Saman við kompakta BMW kvalitetinum og góðu sportsligu koyrieginleikunum, er heildarmyndin av nýggja BMW 3-Touring, tað sum vit kundu vænta - ein gjøgnumførdur bilur í allar mátar.
Bíligasti BMW Touring í 300-seriuni kostar nú kr. 399.000,-, tí fram til 1. januar 2006 eru introduktiónsprísir galdandi fyri alla 300 seriuna, soleiðis at teir eru upp til 35.000 krónur biligari enn vanligi prísurin.
Myndatekstur:
1.
Nýggi BMW 320i við smartum og elegantum designi
2.
Nýggi BMW-3 er longri og breiðari enn forgangarin. Bilurin verður framvegis drivin av bakhjólunum.
3.
BMW-3 innan. Startlykilin er avloystur einum elektroniskum start/stopp knøtti, og servostýringin er hydraulisk
4.
Rúturin í baklúkuni kann latast upp separat
BMW 320d Touring
Motorurin2,0 litur 4 syl. diesel 163 hk
0-100 km/t8,6 sek
Oljunýtsla16,9 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd452,0 cm
Breidd181,7 cm
Hædd141,8 cm
Eginvekt1.350 kg
Viðførisrúm460 litrar
Prísurkr. 465.000, - (vanligur prísur)
kr. 435.000, - (introduktiónsprísur)
SøluumboðSp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080