Arbeiðið við at leingja flogvøllin í Vágum verður væl dýrari enn mett, nú spreingievni er funnið á økinum. Hvussu nógv dýrari arbeiðið verður, dugir Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vága Floghavn, ikki at meta um.
Tá spreingievni varð funnið á økinum fyrstu ferð fyri einum mánað síðan, steðgaði arbeiðstakarin, J & K Petersen á, og eitt øki varð stongt. Tað vísti seg, at har var meira spreingievni enn so, og stongda økið varð tá víðkað til tað tvifalda.
Í gjár var fundur millum J & K Petersen og Vága Floghavn, og nú skulu byggileiðslan hjá Vága Floghavn og J & K Petersen leggja eina ætlan fyri, hvat skal gerast, áðrenn arbeiðið kann takast uppaftur. Ein partur av tí er at kanna økið og møguliga reinsa tað fyri virkið spreingievni.
Alt hetta skal Vága Floghavn gjalda, tí tað fellur uttan fyri tilboðið.