Ein ógvuslig spreinging á einari lóðurverksmiðju í Jemen í dag hevur kravt í minsta lagi 110 mannalív. Verksmiðjan er í býnum Jaar, og fólk hava greitt myndugleikunum frá, at spreingingin stóðst av einari sigarett.
Starvsfólk á sjúkrahúsinum í Jaar siga, at minst 110 fólk eru deyð. Harumframt hava nógv fólk fingið skaða, og sagt verður, at tað stendur um lív hjá fleiri. Teir lokalu myndugleikarnir siga, at børn eru millum tey deyðu.
Tíðindastovurnar skriva, at spreingingin var, júst sum fólk royndu at sleppa inn á verksmiðjuna eftir lóðuri.