Í morgun brast ein bumba í einari kirkju beint uttan fyri høvuðsstaðin í Nigeria, Abuja. Tíðindastovurnar skriva, at fólk hava latið lív, men myndugleikarnir hava ikki nevnt nakað tal enn.
Bumban brast í katólsku St. Theresa-kirkjuni, og fólk var í kirkjuni. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men ta seinastu tíðina hevur yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram skipað fyri fleiri atsóknum.
Herfyri fór nigeriski stjórnarherurin undir eitt átak ímóti yvirgangsfelagsskapinum, sum serliga ger um seg í landnyrðingspartinum av landinum. Tað átakið kostaði umleið 100 mannalív, skrivar Reuters.