Minst 10 fólk doyðu, tá ein matstova í Russlandi fór í luftina í gjárkvøldið. Tilburðurin var í býnum Orsk, sum er har suðuri í Ural-fjøllunum, skrivar Interfax.
Sagt verður, at matstovan bleiv fullkomiliga oyðiløgd av spreingingini, og at eldur kom í aftaná.
Tað er ógreitt, hvussu mong fólk vóru á matstovuni, og sambært Interfax vita myndugleikarnir ikki, hvørjum spreingingin stóðst av.