Spreingja bumbur frá øðrum heimsbardaga

Ein fyri og onnur eftir verða bumburnar sprongdar, sum kavarar frá sjóverjuni hava funnið við eitt flogvark sunnan fyri Langeland í Danmark.

Sjey bumbur eru higartil funnar við eitt flogfrag í farvatninum sunnan fyri langeland í Danmark. Nú verða tær fluttar og sprogdar ein fyri og onnur eftir.

Hvør bumba verður sprongd í einum tryggum øki, so tað seinni fer at bera til at kava við vrakið. Tað upplýsir verjan. Tað tekur umleið hálvan annan tíma at flyta og spreingja hvørja bumbu.

##med2##

Tilsamans 12 kavarar frá Søværnets Dykkertjeneste eru á uppgávuni, har teir í liðum kava upp á skift. Søværnets Dykkertjeneste loysir slíkar spreingievnisuppgávur fyri Verjuna. Tað merkir, at kavararnir kanna sokkin skip og niðurdottin flogfør.

Bumburnar, sum eru funnar við vrakið av flogfarinum, verða fluttar frá økinum við ballónum, sum kavararnir seta á tær.

– So hevr bumban seg spakuliga og róliga upp av botni, og so flyta vit tær nakrar hundrað metrar burtur, upplýsir Sjóverjan.

Sýnið í økinum er tveir til tríggjar metrar, men hóast tað hevur tað kortini eydnast kavarunum at tryggja sjónbandaupptøkur og myndir úr økinum.

Flogfarið, sum bumburnar eru funnar ið, verður mett við 99,8 prosent vissu at vera av slagnum B-24. Tað eru amerikanskt bumbuflogfar, sum varð nýtt undir øðrum heimsbardaga.

Í nógv ár hava kavarar kent økið. ein av teimum er Biran Roth Andersen, sum fyrr hevur tikið myndir av vrakinum. Síðani september hevur tað verið bannað at kava, sigla og fiska í økinum.

Sjóverjan væntar, at tað fer at taka hesa vikuna at rudda økið fyri bumburnar, skrivar Ritzau.