Springsteen á nýggja heimsturné

Rokkstjørnan Bruce Springsteen er enn eina ferð tilreiðar at koyra gittarin á ryggin og fara á heimsturné við »the E Street Band«. Longu í hesari vikuni verður kunngjørt, nær og hvar ein partur av konsertunum vera.

 

Springsteen-fjepparar kunnu eisini gleða seg til nýggja fløgu frá Springsteen við spildurnýggjum sangum, sambært almennu heimasíðu hansara.

 

Heimasíðan váttar, at Springsteen fer á turné. Konsertirnar, sum vera í Evropa, verða í Mai og í Juni komandi ár. Konsertirnar, sum skulu vera í USA, eru ikki heilt komnar upp á pláss enn, men tað verða tær um stutta tíð.

 

Tann nýggja fløgan, ið ikki hevur fingið heiti enn, er næstan liðug. Tó er tað ikki staðfest, nær fløgan verður tøk at keypa.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð