"Spurin" vitjaði vinnararnar av Firmakappingini í dag (FM1)

(FM1) Niels Kristian Lisberg frá Bygma Balslev fekk handað 1. vinningin og Óli Jákup Jacobsen frá SPEKT fekk handað 2. vinningin í dag

##med2##

85. útgávan av "Spuranum" var á FM1 seinnapartin í dag. Sent var frá Bygma Balslev uppi í Hoyvík, og tað var ikki uttan orsøk, tí Bygma Balslev eru vinnararnir av Firmakappingini hjá FM1 2020.

Í byrjanini var av sendingini var prátað við umboð fyri liðini sum vóru í finaluni, Bygma Balslev og SPEKT. 

Petur Zachariassen handaði vinningarnar til liðskiparan hjá Bygma Balslev, Niels Kristian Lisberg og Óli Jákup Jacobsen frá SPEKT.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

Petur Zachariassen nýtti annars høvið at vitja ymiskar deildir hjá Bygma Balslev og práta við starvsfólk.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

##med3##

##med4##

##med5##

 

(Hoyr sending nummar 85 av "Spuranum")