Spurnarkanning og bankakanning

Politikken skrivar um kanning sum Vilstrup stovnurin hevur gjørt í Føroyum um ríkisfelagsskapin, og Børsen skrivar um møguligu politisku avleiðingarnar av bankafrágreiðingini

Í døgunum undan vitjanini hjá Poul Nyrup Rasmussen og meðan hann var her, gjørdi Vilstrup stovnurin eina veljarakanning í Føroyum. Ætlanin við kanningini var millum annað at vísa, hvørja støðu føroyingar hava til ríkisfelagsskapin við Danmark.

Tað eru Politikken og Vilstrup-stovnurin sum hava gjørt kanningina, og hon er gjørd á tann hátt, at Vilstrup stovnurin hevur ringt til 855 veljarahúsarhald í Føroyum. Av hesum ynsktu 120 ikki at verða við í kanningini, meðan 222 ikki vóru at hitta. Luttøkan er tá 60 prosent ella 513 »veljarahúsarhald«. Hetta svarar til tað, sum er vanligt í slíkum kanningum í Danmark.

Kanningin varð almannakunngjørd í Politiken fríggjadagin 9. januar og har stendur at lesa, at 65 prosent av føroyingum halda, at ríkisfelagsskapurin skal halda áfram. 12 prosent eru í iva, meðan umleið fjórði hvør heldur, at ríkisfelagsskapurin skal takast av.

Ein annar spurningur er, hvørt føroyingar halda, um vit hava gagn av ríkisfelagsskapinum ella ikki.

Til henda spurning svara 52 prosent, at føroyingar hava fíggjarligan fyrimun av ríkisfelagsskapinum. Triði hvør føroyingur er í iva um henda spurning, meðan sætti hvør føroyingur heldur, at føroyingar hava fíggjarligan miss av at verða í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Eisini varð spurt um, hvørt fólk halda, um bankamálið hevur verið til skaða ella til gagns. Her svara heili 72 prosent, at tey halda, at bankamálið hevur verið til skaða, meðan bert 4 prosent halda at tað hevur verið til fyrimuns. Heili 10 prosent av teimum sum hava svarað, hava onga meining um hetta mál.

Fjórði spurningur er, hvussu útlitini eru fyri búskaparligari framgongd í føroyska samfelagnum í 1998. Her svarað 41 prosent, at tey roknað við framgongd. 28 prosent rokna við, at búskapurin hevur funnið sína legu, meðan 17 prosent rokna við, at vit fáa eina búskaparliga afturgongd í 1998. Hetta tulkar Politikken soleiðis, at tað eru fleiri optimistar enn pessimistar í Føroyum.

Fólk eru eisini spurd um túrin hjá Poul Nyrup Rasmussen. Var løtan røtt, nú hann valdi at koma til Føroya, ella var hon ikki. Her svara 60 prosent, at tað var eitt vánaligt hugskot hjá Nyrupi at koma til Føroya nú, meðan uml. 20 prosent halda, at tað var eitt gott hugskot.


Politisku viðmerkingarnar

Føroyskir politikarar gera viðmerkingar til kanningina og m. a. sigur Edmund Joensen, løgmaður, at tað er á leið við tað hann hevði roknað við.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað man vera á góðari leið. Vanliga er umleið ein fimtingur av føroyingum fyri loysing, men í løtuni er ein polarisering tann vegin, at fleiri ynskja loysing.

Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at í hinum endanum er so ein fimtingur sambandsfólk, sum ikki ynskja nakrar broytingar í heimastýrislógini.

Ímillum øll hesi liggur ein stórur bólkur, sum heldur fast við ríkisfelagsskapin, men sum vil hava eina revisión av heimastýrislógini. Tað eru sjónarmiðini hjá hesum bólkinum vit royna at gera til vildar við uppskotinum um broytingar í heimastýrislógini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Finnbogi Ísakson sigur við Politikken, at tølini frá Vilstrup vátta seinastu veljarakanningarnar sum gjørdar eru í Føroyum, nevniliga at ein fjórðingum av føroyingum ynskir eitt sjálvstøðugt ríki. Finnbogi leggur afturat, at tað er stór framgongd frá seinasta vali, tá Tjóðveldisflokkurin bert fekk 13 prosent av atkvøðunum.

Helena Dam á Neystabø sigur við blaðið, at úrslitið hongur saman við hvussu spurningarnir eru settir, men at tað undrar hana, at bert 23 prosent eru fyri loysing. Hon hevði roknað við, at tey vóru fleiri.


Lagnudagur hjá Nyrup

Fríggjadagin í hesi vikuni kemur frágreiðingin frá bankakanningarnevndini. Av somu orsøk verður eisini gjørt nógv burturúr Føroyum í dag. Í Børsen hevur Karsten Madsen eina politiska viðmerking undir heitinum »Føroya-frágreiðingin kann enda sum lagnan hjá Nyrup«.

Tað eru í hesum døgum liðin fimm ár síðani Tamila-frágreiðingin feldi Poul Schlüter og aðrar danskar politikarar við. Hetta mál endaði sum kunnugt við, at stjórnin hjá Schlüter fór frá og at Poul Nyrup Rasmussen tók við sum forsætisráðharri í Danmark.

Nú skal Nyrup halda fimm ára føðingardag fyri stjórnini við hóttandi Føroya-skýggjum yvir sær.

Tað er eisini valár í Danmark í ár, og Karsten Madsen staðfestir, at frágreiðingin hjá bankakanningarnevndini ikki er besta útgangsstøði hjá socialdemokratunum til valstríði. Hava Nyrup og hansara embætismenn lumpað føroyingar ella hava teir ikki? Ella hvussu nógv visti Poul Nyrup Rasmussen um málið?

Kanningarleiðarin Jørgen Grønborg advokatur hevur avhoyrt 72 føroyskar og danskar politikarar, embætismenn og bankafólk, og er niðurstøða hansara, at Nyrup hevur borið seg skeivt at, so er her talan um lagnunnar speisemi. Tí fyri fimm árum síðani segði Poul Nyrup Rasmussen, at stjórn hansara skuldi verða borgan fyri góðum morali.


Tríggir møguleikar

Fleiri flokkar hava boðað frá fyrispurningum á fólkatingi í sambandi við bankafrágreiðingina. Hvørjum hesir fyrispurningar enda við er sjálvandi ikki til at spáa um, men Karsten Madsen ger tað allíkavæl.

Hann heldur, at møguleiki er fyri einari av niðanfyristandandi fylgjum.

Tann fyrsta er, at ein meiriluti í Fólkatinginum, uttanum socialdemokratarnar og teir radikalu viðtekur ein dagsordan, sum Nyrup ikki kann góðtaka.

Nyrup verður tí noyddur at útskriva val, og tað er í tráð við ynskini hjá nógvum socialdemokratiskum veljarum. Sambært veljarakanningum í Danmark eru socialdemokratarnir betri fyri nú, enn teir hava verið leingi.

Stjórnin kann tá fara til val upp á umhvørvisspurningin, sum danir eru nógv upptiknir av í løtuni. Nógv meir enn av Føroyum.

Ein annar møguleikin er, at ein stórur meiriluti í fólkatinginum tekur frágreiðingina til eftirtektar. Ein orsøk er, at nógvir ráðharrar eru innblandaðir, m. a. eisini konservativir ráð -harrar.

Hesin møguleikin útsetur fólkatingsvalið til september mánað, og tað passar Vinstra og SF væl. Veljarakanningarnar eru ikki so góðar við teir í løtuni. Samstundis kunnu danskir politikarar konsentrera seg um fólkaatkvøðuna um Amsterdam-sáttmálan, sum skal verða í mei.

Triði møguleikin er, at Nyrup »yvirlivir« bankafrágreiðingina tá hon kemur fyri í fólkatinginum. Nyrup vísir tá, at hann hevur meiriluta aftan fyri seg í fólkatinginum. Tó roknar Karsten Madsen við, at í einum valári verður hetta tann ringasta loysnin. Orsøkin til hetta er, at tað hann kallar »Føroya-spøkilsi« verður ein partur av politiska kjakinum uppundir fólkatingsvalið.


Alt avgjørt fríggjadagin

Fyrrapartin fríggjadagin kemur bankafrágreiðingin, og tá verður bólturin givin upp í einum stórpolitiskum spæli, sum kann enda Nyrup-tíðina í donskum politikki.

Tað kann eisini enda við, at Uffe Ellemann-Jensen verður forsætisráðharri, og so skulu socialdemokratarnir óivað hava nýggjan formann.

Opið stríð hevur verið í Konservativa flokkinum og tað kann byrja aftur. Karsten Madsen roknar heldur ikki við, at formaðurin í Vinstra, Uffe Ellemann-Jensen kann halda fram, um hann tapir enn eitt val.

Tí kann hugsast, at fríggjadagur 16. januar 1998 framyvir skal minnast sum dagurin, tá Føroya-frágreiðingin feldi stjórnina.

Onki er at ivast í, at danir bíða í spenningi. Eins nógv og vit gera tað her heima, men inntil fríggjadagin er alt gitingar.