Spurningurin er um hetta er tað rætta

- Vit eiga at seta okkum niður og taka støðu til um vit yvirhøvur skulu halda fram við pisakanningunum og landsroyndunum í fólkaskúlanum.

 

Tað Heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag

 

Hann staðfestir, at tað verða øgiliga nógvar kreftir lagdar í at skipa fyri landsroyndum og Pisakanningum.

 

- Tað fyrsta árið, førdi úrslitið av Pisakanningini til, at fleiri tilmæli vórðu gjørd um broytingar í undirvísingini, og nøkur av tilmælunum vórðu fyld.

 

Men síðani eru Pisakanningarnar bara brúktar til at staðfesta, at vit føroysk skúlabørn ikki klára seg serliga væl.

 

Tað almenna brúkar nevniliga ikki úrslitið til nakað, og tað sama er galdandi fyri landsroyndirnar.

 

- Royndirnar eru eitt órógvandi element og eitt upplop, men tær ávirka ikki undirvísingina nakað serligt, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr Herálv Jacobsen, greiða frá.