Spurturin hjá Fípuni Føgru var framúr

5-mannafør kvinnur: Bæði Firvaldur og Tjaldrið bjóðaðu av, men í endaspurtinum vóru tær úr Klaksvík tær drúgvastu

Tað var eitt framúr punktum, sum varð sett fyri kappróðurin á jóansøku á Tvøroyri, har líkindini vóru góð at rógva, og har tað gekk skjótt og væl at avgreiða róðrarnar.

 

Síðsti kappróðurin var millum 5-mannafør við kvinnum. Fípan Fagra vann bæði á norðoyastevnu og á sundalagsstevnu. Fípan Fagra vann í dag fyri triðju ferð, men í dag var kappingin størri og harðari, enn hon undanfarnu tvær ferðirnar hevur verið.

 

Tjaldrið legði sera bragdliga fyri, og Firvaldur av Tvøroyri bjóðaði eisini av álvara av. Fípan Fagra var ikki so sprelsk fyrra partin av teininum, sum hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Tá ið tað restaðu 200 metrar og fram til tað bara vóru færri enn 100 metrar eftir á mál, sá tað út til, at spenningurin um, hvør fór at vinna, var millum Tjaldrið og Firvald.

 

So vísti Fípan Fagra, hví tær úr Klaksvík hava vunnið tvær tær undanfarnu ferðirnar. Tær áttu besta og mest sannførandi endaspurtin, og tá ið tríggir teir fremstu bátarnir fóru um málið, var Fípan Fagra eitt vet undan teimum báðum avbjóðarunum.

 

Frá nummar eitt og til nummar trý var minni enn eitt sekund, og á fjórða plássi var Drekin eina bátslongd aftanfyri Firvald, og frá Drekanum og aftur til Erlu Kongsdóttir var eitt stórt sekund.

 

##med2##

 

 

 

##med3##