General Motors siga í tíðindaskrivi, at teir hava gjørt eina avtalu við Spyker, har teir binda seg til at gera eitt nýtt felag, ið skal eita Saab Spyker Automobiles, sum skal halda fram við framleiðsluni av Saab bilunum.
Søgan um Saab byrjar í 1937, tá felagið Svenska Aeroplan Aktiebolaget, ið bleiv stytt til Saab, varð stovnað í 1937 í Trollhättan til framleiðlu av hernaðarflogførum. Tá eftirspurningurin eftir flogførum minkaði nógv, eftir seinna heimsbardaga, løgdu teir ætlanir um eisini at framleiða bilar.
Avgerðin um at framleiða ein bíligan og haldgóðan bil varð tikin í 1945, og í 1946 var prototypan Saab 92001 veruleiki.
Í desember 1949 byrjaði framleiðslan av álvara, tá Saab 92 við 2 syl. 2-takt motori, verða settir í framleiðslu. Í 1955 kom Saab 93 á marknaðin og síðan komu Saab 95 og Saab 96. Í 1968 kom ein heilt nýggjur Saab 99 við 1.7 litur motori frá ensku Triumph bilaveksmiðjuni. Í 1978 kom Saab 900, og í 1984 kom luksusbilurin Saab 9000 á marknaðin.
Í 1989 keyptu General Motors helmingin av partabrøvunum í Saab Automoblies AB, og árið eftir keyptu teir alla Saab verksmiðjuna. Síðan hava Saab verið bygdir yvir somu plattformar sum aðrir bilar hjá General Motors.