ÓLAVUR Í BEITI
Henrik Old hevur sett løgmanni fyrispurning viðvíkjandi skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum, og spyr spurningin, hvør veruliga orsøkin er til, at løgmaður ikki vil kanna loynilig skjøl í eystureuropeiskum skjalagoymslum?
Í viðmerkingunum, sigur Henrik Old, at eftir at kanningarnar í hernaðarmálinum vóru lidnar, og »Svartabók« fyrilá, kom greitt fram, at landsstýrið eisini ætlaði at kanna skjøl i eystureuropeiskum skjalagoymslum, og boðaði løgmaður eisini al-ment frá hesum.
Rættast at bíða
? Harumframt vísir løgmaður á í svari til Bjarna Djur-holm, løgtingsmann, upp á fyrispurning um skjalakanningar í eystureuropeiskum skjalagoymslum, at hann heldur, rættast er at bíða við hesum kanningum, til frágreiðingin um verandi kanningar er liðug.
? Víðari sigur løgmaður í svari sínum, at sambært arbeiðsbólkinum, ið stendur fyri kanningini, verður hetta í ár (1999), og at tað tí eftir hansara meting er hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøkinum verður settur á fíggjarlógina fyri ár 2000.
? Seinni hevur løgmaður sagt, at henda kanning fyribils varð av ongum, tí peningur ikki var tøkur til slíka kanning, sigur Henrik Old.