Onkur vil vera við, at strálurnar frá tráðleysum interneti, eru sum strálurnar í einum mikrobylgjuovni. Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og nú vil hann hava at vita, um landsstýrið ætlar at halda fram at byggja internetið út, áðrenn greiða fæst á um strálurnar eru heilsuskaðiligar fyri bæði fólk og djór.
Hann hugsar serliga um ætlanina at útbyggja 5G internetið í Føroyum og í hesum sambandi vil hann hava at vita um treytir verða settar við, fyri hvussu tætt við bústaðarøki, barnagarðar og skúlar, mastrar við sendarum kunnu setast upp
– Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alsamt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótari, og alt skal helst vera tráðleyst, sigur Helgi Abrahamsen. Samstundis vísir hann á, at nógvar meiningar eru um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av hesum í longdini.
– Nýggjasta í elektronisku menningini er 5G netið, har ætlanir eru um, at Føroyar skulu vera royndarland. Tað sigst at 5G netið hevur munandi hægri frekvens, enn 4G hevur, og søgur hava verið frammi um, at í øðrum londum hava djór, ið hava verið tætt við 5G mastrar, víst løgnan atburð.
Hóast nøkur vilja vera við, at strálurnar frá tráðleysum interneti, eru sum í einum mikrobylgjuovni, halda onnur, at tað er púra vandaleyst. Og Helgi Abrahamsen heldur, at tað er løgið, at loyvi verður givið at taka skipanir í brúk, sum so ymiskar meiningar eru um – men hann væntar, at landsstýrið hevur ymsa kunning, sum onnur ikki hava.
Tí vil hann nú hava Poul Michesen, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, um landsstýrið kennir til avleiðingarnar av 5G netinum, ella um loyvi verða givin til at senda hesar bylgjur út um landið, uttan at landsstýrið kann tryggja, at tað ikki fær avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki og djórum.
– Tá talan er um heilsuna, átti tað at verið so, at allur ivi kom teimum til góða, sum møguliga verða rakt, sigur Helgi Abrahamsen.