Ísrael aftur farið undir skipaðar avrættingar

Ísraelski herurin er aftur farin undir at beina fyri leiðandi palestinum.

Ísraelska stjórnin var fyri hvøssum atfinningur seinasta heyst, tá herurin fleiri ferðir beindi fyri leiðandi monnum í ymsum palestinskum felagsskapum. Fleiri lond mótmæltu framferðini og skýrdu framferðina beinleiðis avrættingar.
Seinastu tíðina hevur eingin tílík avrætting verið, men mánadgin doyði ein av leiðarunum í felagsskapinum Fatah av einari bumbu, sum ísraelsmenn høvdu lagt.
Palestinskar keldur siga, at Read al-Karmi doyði av einari bumbu, sum lá uttan fyri eini hús í býnum Tulkarm á Vestara Áarbakka, har Fatah-leiðarin hevði fjalt seg seinastu tíðina.
- Ísraelsmenn løgdu bumbuna tætt við eina girðing. Onkur ringdi til al-Karmi og bað hann far úr húsunum, har hann fjaldi seg. Tá hann nærkaðist girðingini, brast bumban. Read al-Karmi doyði beinanvegin. Hetta var einki annað enn ein beinleiðis avrætting, siga palestinsku myndugleikarnir.
Ísraelska herleiðslan hevur sýtt fyri at gera nakrar viðmerkingar til upplýsingarnar hjá palestinsku myndugleikunum.