Mikukvøldið 22. Januar kl. 19.30 verður fyrilestur í Tøting.
Tann mæti danski jødin Herbert Pundik doyði 8. desembur 2019, 92 ára gamal. Hann fór til Ísraels í kríggj í 1948.
Greitt verður frá um Herbert Pundik og í tí sambandi samrøðu við danska ferðaleiðaran Grethe Naba, sum flutti til Ísraels í 1964.
Hon greiðir frá teimum trimum kríggjunum í 1948, 1967 og 1973.
- Vit hoyra eisini eina samrøðu við Hans Holm um tað modernaða Ísrael. Sonne Smith gjørdi samrøðurnar við Grethu Naba og Hans Holm á ferð í Ísrael í juli 2013, upplýsir Tónleikasamtakið Grót, sum skipar fyri tiltakinum.