Ísrael: Fyrrverandi forseti sjey ára fongsul fyri neyðtøku

Fyrrverandi ísraelski forsetin Moshe Katsav er í morgun dømdur sjey ára fongsul fyri neyðtøkur og annan kynsligan ágang. Tað skrivar heimasíðan hjá blaðnum Jerusalem Post.

Moshe Katzev, sum var forseti frá 2000 til 2007, varð dømdur sekur longu í desember, og í morgun fekk hann revsingina.

Fyrrverandi forsetin er dømdur fyri tvær neyðtøkur, annan kynsligan ágang og fyri at hava roynt at darva rættarmálinum ímóti sær. Harafturat skal hann hava hótt eitt av vitnunum.