Eftir at USA hevur tikið avgerð um at taka seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran, hevur Ísrael í kvøld kallað inn servandar deildir og fregnartænastufólk. Ísraelski herurin heldur, at Iran kann finna upp á at fremja eitt slag av hevndarálopi móti Ísrael úr økjum í Sýria.
Tað skrivar ísraelska tíðindatænastan, Haaretz.
Lagt verður aftrat, at Ísrael hevur varnast “óvanligar rørslur” hjá iranska herinum, og at tað stutt eftir taluna hjá Donald Trump í kvøld vóru fráboðanir um spreingingar í syðra parti av sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus.
Samstundis eru sambært Haaretz bumbuskýli latin upp fyri almenninginum í norðara parti av Ísrael.
Tíðindini um avgerðina hjá Donald Trump um at taka seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran og seta í verk revsitiltøk, hava í kvøld ført til atfinningar frá fleiri av heimsins leiðarum.
Avtalan, sum USA nú tekur seg burtur úr, varð gjørd í 2015 millum tey trý størstu londini í ES umframt Kina, Rusland, USA og Iran. Avtalan, sum tryggjar altjóða eftirlitsfólki atgongd til iransk kjarnorkuverk, skuldi vera galdandi til 2025.
Sambært avtaluni bindur Iran seg til, at kjarnorka bert verður brúkt til sivil endamál, og Iran skal eisini minka um sínar goymslur av ríkar uran, soleiðis at landið ikki kann framleiða kjarnorkuvápn. Afturfyri eru ein røð av altjóða handilstiltøkum móti Iran sett úr gildi.
Avtalan er gjørd millum Iran og tey fimm føstu limalondini í ST trygdarráðnum, USA, Kina, Rusland, Frakland, Stórabretland og Týskland.