Hamas-menninir vóru eisini greiðir yvir, at tað bert var ein spurningur um tíð, nær Ísrael fór at gera hernaðarligt stórálop. Atfinningarnar at hernaðarálopi Ísraels komu eisini stutt eftir, bæði í donskum og føroyskum tíðindamiðlum.
Ísrael tók seg úr Gaza í 2005. Hetta var ein partur av ”land fyri frið” politikkinum hjá Ariel Sharon, ið tá var forsætisráðharri Ísraels. Hann helt, at tað var rætt at tvingsilsflyta teir 8.000 jødarnarút úr Gaza við teirri avleiðing at jødiskir býir og bygdir í Gaza vórðu avtoftað.
Ariel Sharon og ísraelska stórnin vórðu hálovað av stjórnum kring heimin fyri hetta ”land fyri frið” átakið. Grundgevingarnar frá Hamas um at skjóta rakettir inn í Ísrael vóru, at so leingi sum Ísrael hersetti Gaza, hevði Hamas rætt til at skjóta rakettir inn í Ísrael. Frá 2005 vóru hvørki jødar ella ísraelskir hermenn í Gaza – palestinar høvdu fingið krøv síni uppfylt.
Men Hamas helt á við at skjóta rakettir inn í jødiskar býir í suður-ísrael. Í 2008 vórðu ikki færri enn 3200 rakettir skotnar av úr Gaza og inn í jødiskar býir við einans einum endamáli: At drepa so nógvar jødar, menn, kvinnur og børn, sum gjørligt.
Vit sum liva í so friðarligum londum sum Danmark og Føroyum kunnu mestsum óttaleys bera fram okkara hugsan um hvussu eitt land sum Ísrael eigur at verja sínar íbúgvar. Tað er rættiliga áhugavert, at Danmark hevur tikið lut í krígnum í Irak og nú tekur lut í krígnum í Afganistan, uttan at hvørki Irak ella Afganistan hava lopið á Danmark.
Tað letur til, at vit saktans kunnu leypa á lond, sum eru túsundtals kilometrar burturi, uttan at hesi lond nakrantíð hava verið ein hóttan ímóti okkum, men at tað skal vera øðrvísi við Ísrael.
Vit hálova demokratiinum, tá ið irakar fara á val og vit játta staðfestandi fyri hvørjum øðrum, at tað var gott, at vit vóru við til at taka valdið frá Saddam Hussein. Vit vita ikki við vissu hvussu mong mannalív kríggið í Irak hevur kravt, men talið liggur um eini 70.000.
Kortini loyva vit okkum at finnast at hernaðaratgerð Ísraels í Gaza. Ísrael er einasta demokratiska landið í miðeystri. Hetta er eitt land, ið stendur fyri somu demokratisku virðum, sum vit hálova og við valdi royna at noyða Irak og Afganistan inn í.
Tað er rímiligt, at tað ávirkjar okkum kensluliga, at ósek menniskju lata lív í Gaza.
Men hví finnast vit ikki at Hamas, sum vi? hernaðarkvetti? hevur tikið valdið í Gaza? Hví verður ikki funnist at Hamas, sum er á listanum yvir yvirgangafelagskapir bæði hjá ES og USA? Hví finnast vit ikki at Hamas, sum hevur sent 9.400 rakettir inn í ísraelskar býir síðani 2003?
750.000 ísraelsmenn liva í støðugum ótta fyri at verða raktir av rakettum frá Hamas. Tey hava millum 15 og 60 sekund at sleppa sær niður í bumbuskýlini! Tað er ikki torført at ímynda sær, hvussu tað er at liva í ótta 24 tímar hvørt samdøgur ár eftir ár og hvønn menniskjaligan kostað hetta ber í sær.
Danska ríkið, sum vit føroyingar eru ein partur av, sendir hermenn sínar í kríggj uttan at danska ríkið er hótt ella álopið. Eisini ungir føroyingar hava verið og eru sjálvbodnir krígmenn í Afganistan! Men ta? verður funnist at Ísrael tá teir verja sínar egnu borgarar.