Tað sæst í einari frágreiðing, sum blaðið Haaretz hevur fingið fatur á. Sambært frágreiðingini hevur herurin kannað 72 tilburðir, sum kostaðu palestinsk mannalív. Trettan ísraelskir hermenn vórðu ákærdir, og teir, sum vórðu funnir sekir, fingu treytaðan dóm.
Øll málini eru tó ikki avgreidd enn. Ein mál er ímóti einum obersti í ísraelska herinum, sum varð skuldsettur, eftir at ein 90 ára gomul palestinsk kvinna doyði av skotum við eitt marknalið.
Fyri fjúrtan døgum síðani skutu ísraelskir hermenn tveir palestinskar mótmælismenn við eitt marknalið á Vestara Áarbakka. Palestinararnir doyðu av skotunum, men mánadagin boðaði herleiðslan frá, at hermenninir, sum skutu teir, verða ikki revsaðir. Ein amerikanari og ein ísraelsmaður vórðu særdir av skotum frá teimum somu ísraelsku hermonnunum, og tilburðurin hevur fingið nógva umrøðu í Ísrael, skrivar AFP.
Ísraelskir mannarættindafelagsskapir hava biðið landsins hægstarætt noyða herin at kanna allar tilburðir, har ísraelskir hermenn hava skotið óvápnaðar palestinar. Teir vilja eisini hava onnur mál kannað. Eitt nú verður víst á, at síðani palestinski uppreisturin byrjaði, hava 410 palestinsk børn latið lív. Av teimum vóru 11 pinkubørn, og 90 vóru ímillum trý og tólv ár.