Fríggjadagin letur upp ein framsýning við málningum eftir Øssur Mohr í Listaglugganum í Havn.
Øssur hevur miðvíst arbeitt fram móti hesi framsýnng í umleið eitt ár. Myndevnið í flestu verkunum er landslagi, bygdin og tað huglag, sum náttúran á tídningarmiklan hátt hevur kveikt í honum. Við á framsýningini eru uml 20 málningar. Framsýningin í Listaglugganum Dr. Jakobsensgøtu 15 letur upp kl. 16.00, og er høvi at síggja framsýningina næstu 14 dagarnar. Øssur hevur í løtuni eisini framsýning í Slesvig í Týsklandi.