Øssur Winthereig, sum í fleiri ár var tíðindamaður í Sjónvarpinum, bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi til næsta løgtingsval. Tað boðaði hann frá í røðuni, hann helt á Doktaragrund í gjárkvøldið, ólavsøkukvøld.
- Eg ætli mær at geva mítt íkast til tað sjálvsagda, at vit vinna longur fram á sjálvstýrisleið. Tjóðveldi hevur ta stevnuskrá og tann politikk, sum kunnu gera Føroyar til eitt livandi og mennandi fólkaræði. Í einum frælsum Føroyum kann fult fólkaræði valda. Tá sleppur fólkaræði veruliga at ráða í eini tjóð, har rúm er fyri øllum. Vit hava ikki rætt, tí vit hava rætt. Men vit hava rætt, tí vit hava eina politiska stevnu, segði Øssur Winthereig í røðuni.
Hann hevur boðað Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag frá, at hann vil fegin bjóða seg fram á listanum til Tjóðveldi til næsta løgtingsval.
53 ára gamli Øssur Winthereig varð útbúgvin journalistur á Danmarks Journalisthøjskole 1988.