– Støðan í Suðuroy má takast í størsta álvara - og álvarin er í roynd og veru størri enn fólk flest kanska geva sær far um.
Tað heldur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
Nú Løgtingið fyrsta dagin fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur hann skrivað landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum eina áminning um støðuna, saman við eini áheitan um at gera nakað við hana.
Í hesum føri heitir hann heilt ítøkiliga á Løgtingið um at játta eina millión, so at ætlanin um at seta ein ítróttareftirskúla í Suðuroy á stovn, kann setast í verk.
Les eisini: Harmiligt at vágbingar ikki fáa eina millión
Dennis Holm minnir løgtingsfólk og landsstýrisfólk á, at seinstu 30 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað eini 1300 fólk, soleiðis at tað nú búgva sløk 4600 fólk í Suðuroy. Talan er um eina minking upp á 22 prosent seinastu 30 árini, og so fá fólk hava ikki búð í Suðuroy hesi síðstu hundrað árini, sum nú.
– Tað kann ikki endurtakast nóg ofta, hvussu skelkandi støðan er, staðfestir hann í skrivinum til politiska myndugleikan.
Hann sigur, at serliga órógvandi er tað, at talið á kvinnum í burðarførum aldri er minkað næstan 33 prosent hesi seinastu 30 árini, samstundis sum at færri børn verða fødd.
– Ikki bara eru tað færri kvinnur í burðarførum aldri í Suðuroynni, men tað verða eisini fødd lutfalsliga færri børn í Suðuroynni enn í landinum sum heild.
– Í Suðuroy er verða bara fødd 9,2 børn fyri hvørji túsund fólk, men í Føroyum annars verða tað fødd 12,4 børn fyri hvørji túsund fólk.
– Samstundis er burðaravlopið í Suðuroy negativt við minus 1,7 fólk fyri hvørji túsund fólk, men í restini av landinum er tað 4,7 fólk fyri hvørji túsund fólk.
Samstundis er aldursbólkum av teimum undir 20 ár minkaður næstan eina helvt seinastu 30 árini.
– Í 1985 vóru tað 1960 børn og ung í hesum aldrinum og við árslok í 2015 vóru tey 1123 í tali. Og tað sama er galdandi fyri tey í aldrinum 20-39 ár. Hesin bólkurin er minkaður næstan 40 prosent, tí í 1985 vóru tað 1528 fólk í hesum aldursbólkinum, við árslok í 2015 vóru tey 949.
Hinvegin er talið á miðaldrandi fólki, óbroytt, men talið á eldri fólki er vaksið.
– Gongdin er greið: Talið á ungum fólki minkar í hvørjum og talið á eldri veksur í hvørjum. Og við tíðini koppar byrðan, og tá er trupult at rætta upp aftur, sigur borgarstjórin.
– Tilsamans eru tað einar 300 færri kvinnur enn menn í Suðuroynni og tað er serliga skeivt í teimum yngru aldursbólkunu, at kynsbýtið er skeivt.
– Ein av orsøkunum er, at kvinnur í størri mun enn menn fara undir hægri útbúgving, og merkir hetta eisini, at kvinnurnar flyta úr Suðuroynni í útbúgvingarørindum, og nógvar koma tíverri ikki aftur.
– Hetta merkir eisini, at tað er onki sum bendir á, at skeiva kynsbýtið ikki fer at versna, sigur borgarstjórin í Vági.
– Verður hugt eftir støðuni í Vágs kommunu, so eru tað bara 20 kvinnur eftir í aldrinum 25 til 29 ár, og tað búgva 1.350 fólk í Vági, sigur Dennis Holm í upprópi sínum til almennu myndugleikarnar.