B36 er á triðja plássi eftir 3-0 tapi ímóti KÍ, sum við sannførandi sigrinum setti seg á toppin.
Í fjør var KÍ topplið frá øðrum og fram til áttanda umfar. 2. páskadag hittast B36 og KÍ aftur í Gundadali. Tá verður tað í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Í landskappingini hevur B36 spælt ein dyst færri enn KÍ. Tí er tað møguleiki fyri, at B36 kann taka toppin aftur. Soleiðis verður tað, um B36 vinnur útsetta dystin ímóti Víkingi. Hann er ásettur at vera hósdagin í næstu viku, sum er 25. apríl ella flaggdagur
3-0 tapið hjá B36 var merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani 6. mai í 2017, at B36 er farið av vøllinum uttan at skora. Fyri knøppum tveimum árum síðani endaði landskappingardysturin ímóti EB/Streymi við Margáir málleysur.
B36 hevur ikki tapt við trimum málum ella meiri enn tað síðani á mikkjalsmessu í 2013. Tann dagin, 29. september 2013, vann NSÍ 4-0 á heimavølli ímóti B36. Hetta var í 24. umfari í 2013.
Hetta var fyrsti trímálasigurin hjá KÍ í ár. Í fjør vann KÍ fimm ferðir 3-0 - ímóti HB í Gundadali, ímóti Víkingi í Sarpugerði og ímóti 07 Vestur, EB/Streymi og AB í Klaksvík.
Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0)
1-0: Jákup Johansen 44.
1-1: Steffan Løkin 47.
1-2: Niklas Kruse 79.
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
0-1: Simen Sandmæl 16.
0-2: Darius Lewis 82.
0-3: Jóannes Bjartalíð 89.
NSÍ – ÍF 3-1 (0-1)
0-1: Jóhan Petersen 26.
1-1: Oddur Á. Højgaard 64.
2-1: Búi Egilsson 80.
3-1: Jann J. Benjaminsen 90.
HB – AB 4-3 (2-1)
1-0: Símun Samuelsen 16.
1-1: Bárður Olsen 32.
2-1: Magnus Egilsson 45.
2-2: Bjarki C. Nielsen 47.
3-2: Adrian Justinussen 50.
3-3: Filip í Liða 57.
4-3: Adrian Justinussen 73.
TB – Víkingur 1-2 (0-0)
0-1: Sølvi Vatnhamar 50.
0-2: Adeshina Lawal 53.
1-2: Stefan Radosavljevic 91.
KÍ | 6 | 4 | 2 | 0 | 12 | 5 | 14 |
Skála | 6 | 4 | 0 | 2 | 9 | 3 | 12 |
B36 | 5 | 4 | 0 | 1 | 7 | 6 | 12 |
NSÍ | 6 | 3 | 1 | 2 | 9 | 8 | 10 |
HB | 6 | 2 | 3 | 1 | 10 | 8 | 9 |
TB | 6 | 2 | 2 | 2 | 7 | 8 | 8 |
Víkingur | 5 | 2 | 1 | 2 | 10 | 10 | 7 |
EB/S | 6 | 2 | 0 | 4 | 9 | 8 | 6 |
AB | 6 | 1 | 0 | 5 | 8 | 15 | 3 |
ÍF | 6 | 0 | 1 | 5 | 6 | 16 | 1 |
Máltindurin
Jóannes Bjartalíð KÍ 5
Stefan Radosavljevic TB 5
Adrian Justinussen HB 4
Útsettur dystur
Hósdagin 25. apríl - flaggdagin
Víkingur - B36
7. umfar
Sunnudagin 28. apríl
HB - Skála
KÍ - TB
Mánadagin 29. apríl
EB/Streymur - ÍF
NSÍ - B36
AB - Víkingur