Støðan er spent: Tey skuldu fáa tað sama sum hini

– Samstundis skuldi smáttmálin moderniserast, sigur stjórin á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum

Vit hava gjørt fleiri sáttmálar, og vit halda okkum til tær lønarhækkingar, onnur hava fingið. Tað sigur Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Seinnapartin í dag slitnaðu samráðingarnar ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og sostatt er eingin sáttmáli.

Jan Mortensen sigur, at tey fingu eitt semingsuppskot sum gav sjúkrarøktarfrøðingunum somu lønarhækking, sum øll onnur hava fingið.

Men tað, sum gjørdi samráðingarnar serliga drúgvar, eisini semingsroyndirnar, er, at samstundis skuldi sáttmálin moderniserast úr enda í annan.

Eitt endamál við tí var at gera hann lættari at lesa og at skilja. Summar broytingar eru av tekniskum slag, men summar broytingar eru eisini av praktiskum týdningi. Eitt nú var ætlanin, at ymisk gjøld, sum nú eru í krónum, skuldi verða í prosentum ístaðin, og tað merkir, at hvørja ferð, lønin hækkar, hækka hesi gjøldini eisini av sær sjálvum.

– Vit tóku av semingsuppskotinum, men tað vildu sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki, og tískil eru vit í støðuni, vit nú eru í, sigur Jan Mortensen.

Hann leggur afturat, at sjálvar lønarhækkingarnar liggja í fastari legu, tí tær eru tær somu í øllum sáttmálunum, Fíggjarmálaráðið áður hevur gjørt.