StÍF vann botndystin

Útlendsku spælararnir hjá báðum liðum settu sín dám á, tá kvinnurnar hjá Tjaldri og StÍF hittust í botndysti í Runavík

Ikki skerst burtur, at góðir útlendskir spælarar gera tað áhugaverdari bæði at spæla og síggja føroyskan hondbólt.
Í so máta var dysturin millum bestu kvinnuliðini hjá Tjaldri og StÍF í Runavík sunnudagin einki undantak, tí tað vóru útlendsku spælararnir, ið fyrst og fremst stóðu fyri undirhaldinum og spælinum í dystinum.
Tjaldur hevur eina á hvørjum bakki, og hjá StÍF er ein í málinum, ein á vinstra bakki og ein spælskipari.
Bara málini munnu siga sítt, tí av teimum 24 hjá Tjaldri skutu Milisa Ergic og Lanka Ribavic helvtina, og av teimum 27 málunum hjá StÍF áttu Asta Petraukieke og Alina Olaru 14.
Dysturin var annars nokk so javnur, og liðini fylgdust allan vegin ? tó við StÍF sum tónagevandi fyri tað mesta. Men hóast StÍF í løtum hevði hug at fara frá Tjaldri, svaraðu tær á heimaliðnum aftur hvørja ferð og mistu líkasum ongantíð sambandið.
Men í síðsta enda gjørdist tað ov tungt, og tá verjuparturin hjá Tjaldri ikki fekk steðgað nóg nógvum, bleiv StÍF verandi omaná og vann við trimum málum.
Tað gav StÍF eitt sindur av luft, tí við sigrinum yvirhálaði liðið Stjørnuna, meðan Tjaldur enn er niðast við ongum stigi.

Dysturin í tølum
Tjaldur-StÍF 24-27 (11-12)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milisa Ergic 7 (1), Lanka Ribavic 5, Beinta Joensen 4 (1), Haidi Heinesen 3, Turid Lamhauge 3, Kristina Ellingsgaard 1, Hansa Mikkelsen 1
StÍF: Asta Petraukieke 9 (1), Alina Olaru 5 (1), Ata Gregersen 4, Sunfríð B. Jacobsen 4, Anna B. Danielsen 2, Poula D. Olsen 2, Anna Petersen 1
Brotskøst: Tjaldur 6, StÍF 3
Útvísingar: Tjaldur 4, StÍF 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen