StÍF var uttan Svein Justinussen til dystin móti Team Klaksvík leygardagin. Fyri heimaliðið kom tað væl við, at Sámal T. Olsen aftur var á liðnum. Tað hevur verið stórur saknur í honum seianstu dystirnar.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, og munurin í hálvleikinum var bara tað eina málið. Hetta er eitt stórt framstig frá millum annað dystinum móti KÍF, tá munurin í hálvleikinum var upp í eini 15-16 mál.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var framvegis minni munur millum liðini, men so steðgaði Team klaksvík upp. StÍF hevði lætt spæla seinastu løtuna og endaði við at vinna 31-22.
StÍF hevur framvegis samband við oddin við átta stigum.
Team Klaksvík – StÍF 22-31 (10-11)
Team Klaksvík: Sámal T. Olsen 9, Beinur Heðinsson 5, Andrias Ellingsgaard 3, Matthias Samuelsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 1, Heri Johnsson 1, Jens Pauli Mohr 1
StÍF: Pætur Joensen 10, Allan Norðberg 6, Steinar Prestá 3, Borgar Danielsen 3, Marius Joensen 3, Jón Rasmussen 2, Teitur Nilssen 2, Jógvan G. Joensen 2