ST fordømir Russland fyri ólógliga innliman

143 lond atkvøddu fyri yvirlýsingini, meðan fimm lond atkvøddu ímóti, og 35 lond atkvøddu ikki.

ST hevur samtykt at fordøma ólógligu russisku innlimanini av fýra landslutum í Ukraina. Men, stórveldi sum Kina og India sýta framvegis fyri at velja síðu í spurninginum um russisku innrásina.

 

Síðan mánadagin hevur ST-aðalfundurin umrøtt, at Russland hevur innlimað hersett øki í Ukraina, og í dag hava 193 limalond atkvøtt um eina yvirlýsing, sum fordømir innlimanina av landslutunum.

 

143 lond atkvøddu fyri yvirlýsingini, meðan fimm lond atkvøddu ímóti; tey vóru Russland, Norðurkorea, Nicaragua, Sýria og Hvítarussland. 35 lond atkvøddu ikki, eitt nú stórveldini, India og Kina.

 

Kina og India telja tilsamans 36 prosent av heimsins fólkatali.

 

Bæði Kina og India hava valt at vera neutral í atkvøðugreiðslum um Ukraina, síðan Russland leyp á hin 24. februar í ár, og londini hava framvegis handilssamstarv við Russland.