Brúdleyp
Sigvør Nesá, sum starvast á Stíggi, sigur, at allir brúkararnir, sum høvdu hug til tess, sluppu at hyggja í sjónvarp í kantinuni hendan dagin. Tey, sum ikki tímdu ella høvdu minni áhuga fyri tí, sum SvF sendi, vóru til arbeiðis á verkstaðnum.
- Tað vóru nøkur, sum hugdu tað mesta av degnum, meðan tey vóru her hjá okkum. Onnur, sum høvdu minni áhuga ella ikki fataðu so nógv av tí, ið fór fram, vóru til arbeiðis.
Suppa og køkur
Sigvør sigur, at á middegi fríggjadagin høvdu tey suppu, kaffi og góðar køkur í samband við dagin, men longu klokkan 13.30 var dagurin á Stíggi liðugur.
Tað er nevniliga soleiðis, at fríggjadagurin er stytri enn hinir dagarnir í vikuni.
Sigvør Nesá sigur, at sum hon hevur skilt, hildu tey, sum vildu síggja sjálva vígsluna og sendingarnar annars, fram at hyggja heima við hús.
- Jú, hetta var ein hugnaligur dagur her hjá okkum, sigur hon.
Brúkararnir á Stíggi eru um 20 í tali, og ein vanligan dag, eru 5 fólk til arbeiðis.