Stíla eftir finaluni í liðkappingini

Hóast ein av profilunum frá seinastu Oyggjaleikunum manglar, roknar venjarin hjá badmintonlandsliðnum við, at lið og einstaklingar fara at vinna heiðursmerki á Bermuda

Badmintonspælararnir plaga at standa seg væl í kappingunum á Oyggjaleikunum, og tey plaga at draga heiðursmerki – eisini av tí fínasta slagnum – heim við sær.

Hesaferð stíla tey aftur eftir at vinna heiðursmerki, og vónirnar eru góðar, hóast kanska sterkasti einstaklingurin, Aksel Poulsen, ikki er við hesaferð, tí hann ikki hevur havt umstøður at venja við fullari ferð seinastu tíðina.

Magnus Gaard, sum er annar av venjaranum, heldur tó, at góðir møguleikar eru fyri at vinna heiðursmerki á Bermuda.

- Tað er sjálvandi saknur í Akseli Poulsen, men vit hava aðrar góðar mannligar spælarar við okkum, og hesaferð er kvinnusíðan sterkari, enn hon var seinast. Tað gevur okkum góðar vónir um at náa málinum um at koma í finaluna í liðkappingini, sigur hann.


Stíla eftir finaluni

Hildið verður, at Føroyar, Guernsey og Grønland hava sterkastu liðini, og Føroyar eru slopnar undan bæði Grønlandi og Guersney í innleiðandi bólkinum, og tí eru góðar vónir í føroysku leguni um at spæla seg víðari og eisini at spæla seg í finaluna.

Men landsliðsvenjararnir skulu eisini gera upp við seg sjálvar, hvussu teir brúka teir føroysku spælararnar í teimum fimm dystunum, sum eru í hvørjum dysti. Tveir einmansleikir og tvímansleikir hjá monnum og kvinnum og blandaður tvímansleikur skulu spælast í hvørjum landsdysti, og hvør spælari kann bert spæla tveir dystir. Tað ber til at skifta spælarar frá einsmansleiki til tvímansleikirnar frá dysti til dyst, og venjararnir skulu royna at síggja taktiskar møguleikar í hvørjum einstøkum dysti.

Niclas Eysturoy stendur nú fremstur at spæla einmansleikin hjá monnum, og hjá kvinnum er stóra vónin Rannvá Carlsen, sum verður mett sum størsta føroyska gullvónin í badminton hesaferð.

Fleiri av hinum spælarunum hava eisini víst góðan form seinastu tíðina, og tí eru vónir til, at okkurt heiðursmerki kann spyrjast burtur úr einmans- og tvímansleikunum. 


Badminton

Brynhild Djurhuus Carlsson

Rannvá Djurhuus Carlsson

Magnus Dal-Christiansen

Kristina Eriksen

Niclas Højgaard Eysturoy

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Hilmar Kass Jacobsen

Flóvin Skaalum Mikkelsen

Guri Poulsen

Rógvi Poul Poulsen